Tørv á videoframleiðslu?
Ynskja tit at lýsa eina tænastu í tykkara fyritøku, eina vøru ella bert ynskja at greiða heiminum frá hvat tit fáast við – so er ein filmslýsing eitt gott hugskot til endamálið. Hesir lýsingarfilmarnir eru ofta 15-50 sek til longdar.
Brúdleypsupptøkur loyva tær at enduruppliva tann stóra dagin so ofta ein hevur hug til. At síggja tær løturnar tú møguliga misti, og seinni í lívinum at kunna spola aftur í tíðina. Um hetta hevur tykkara áhuga, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg og síðan finna vit bestu loysnina til júst tykkra brúdleyp.
Ein stemningsfilmur verður nýttur til at taka samanum mest umráðandi hendingar frá degnum. Saman við kundanum blíva vit samd um hvørji sjónarmið skulu dragast fram í filminum. Skal tað vera ávíst virksemi, persónar, framløgur ella eitthvørt. Stemningsfilmar vera oftast nýttir til online marknaðarføring.