Eg eri 27 ára gamal, útbúgvin maskinmeistari og búgvi á Strondum.
Áhugin fyri foto og videoframleiðslu byrjaði í 2016, tá eg fann útav, hvussu stórt tað er at kunna frysta og varðveita løtur gjøgnum linsuna.
Mær dámar serliga væl at vera kreativur – at spæla við ljós, litir og vinklar – og at fortelja søgur við myndum og filmi sum amboð. Hvørt projekt er ein nýggj søga, og eg leggi meg altíð eftir at fanga kenslur og stemning á ein natúrligan hátt.